Fri Ocean er triðja skipið, sum kemur á Toftir við salti, síðan M.J.Saltsøla tíðliga í summar fekk fyrstu lastina av salti til nýggju saltgoymsluna Við Rætt. Eingin atløgusíða er, har saltgoymslan er bygd, og tí hava skipini, sum eru komin av Ibiza við salti, ligið við Nykabryggjuna, haðani saltið er koyrt norður til goymsluna.
Øtlaði veðri
Fríggjadagin kom Fri Ocean á Toftir. Tá ein góður helmingur av teimum 3000 tonsunum av salti vóru fingin upp, øtlaði hann veðrið, og gjørt varð av at leggja skipið suður í skipahavnina við Fiskamarknaðin Føroya.
Fri Ocean er heilar 89 metrar langur og er soleiðis størsta skip, sum hevur verið inni í skipahavnini á Toftum. Við fyrsta eygnabráð sær skipið út til at strekkja seg um ein stóran part av atløgubryggjuni, men tá hugt verður nærri, fyllir skipið kanska ein lítlan helming av atløgusíðuni.
Hans Óli Viberg, havnameistari, sigur, at skip sum Fri Ocean stinga ikki serliga djúpt, kanska umleið 5,5 metrar, tá tey eru fulllastað, og tí er eingin trupulleiki í havnini, ei heldur við atløgubryggjuna, við dýpinum.
- Hesi skip eru bygd soleiðis, at tey ikki stinga serliga djúpt, og tí eru tey eisini vælegnað til dýpið, har saltið verður lastað í Ibiza.
Umborð á Fri Ocean siga teir, at ferðin heim til Føroya tók níggju samdøgur, og tað var bara hetta seinasta samdøgnið, at veðrið var eitt sindur ruskut.
Ov vátt
Havnameistarin segði í morgun, at nú verður bíðað eftir, at ringasta regnið heldur uppat, og síðan verður farið undir at lossa skipið.
- Tað skal ikki regna alt ov illa, tá saltið verður lossað, og tí hevur verið bíðað eftir líkindum í morgun. Hann sigur turrari veður, og tí vænti eg, at lossingin fer at byrja, sum dagurin líður.
Hans Óli Viberg sigur, at tað vanliga tekur einar 40-50 tímar at lossa 3000 tons av salti og koyra tað norður í goymsluna.
- Hetta er triðja lastin av salti, sum M.J.Saltsøla hevur fingið heim av Ibiza, síðan fyrsta lastin varð løgd upp á Toftum tíðliga í summar. Skipini hava ongantíð verið tey somu, men skipaslagið er hitt sama, soleiðis at tey hóska til dýpið á Ibiza, haðani saltið verður lastað.
Havnameistarin á Toftum sigur, at Fri Ocean ætlandi skuldi loysa aftur á Toftum týsmorgunin, men fráferðin verður eitt sindur seinkað, nú tað gjørdist so vátt í veðrinum.










