Kristian Blak hevur verið ein oddviti í føroyskum tónleiki í nærum hálva øld skjótt. Í samband við FMA, sum verður 11. mars, hevur Vikuskiftissosialurin tosað við hann um menningina í føroyskum tónleiki. Her er eitt brot úr greinini.
Hóast Perlan bleiv rivin fyrst í áttatiárunum, so hendi mangt annað, sum mugu kallast gjøgnumbrot í føroyskum tónleikahøpi hesi árini, heldur Kristian Blak. Tórshavnar Musikkskúli varð settur á stovn og Norðurlandahúsið bleiv bygt. Hetta fekk tá og hevur enn í dag stóra ávirkan á føroyskan tónleik.
- Perlan bleiv rivin niður í 1983 og meðan Norðurlandahúsið, sum bleiv bygt stutt seinni tók nakað av virkseminum, sum var í Perluni, so er sannleikin, at rútmiski tónleikurin ikki hevur fingið umstøður, sum veruliga kunnu stimbrað hann, fyrr enn Reinsaríið lat upp fyri nøkrum árum síðani, sigur Kristian Blak.
Samstundis sum musikkskúlin byrjaði og Norðurlandahúsið varð bygt, byrjaðu føroyskir tónleikarar og lurtarar at skipa seg í feløg. Klassiska konsertfelagið, Jazzfelagið, Tònleikarafelagið og Komponistafelagið vóru øll sett á stovn um hetta mundi.
Onkur teirra eru sera virkin enn í dag, millum annað skipar Komponistafelagið fyri okkurt um 200 konsertum um árið, umframt Summartónum. Kristian Blak heldur, at hetta hevur havt stóran týdning og er kanska ein av høvuðsorsøkunum, at so stórur munur er á tónleikapallinum í Føroyum og Grønlandi.
Ein longri samrøða við Kristian Blak er í Vikuskiftissosialinum. Vit tosa eisini við Sunleif Rasmussen um hansara yrkisleið sum tónaskald, umframt at hann greiðir okkum frá, hvussu hann skrivar eina symfoni.










