Eftir ætlan skuldi nýggja liðið, sum Slovan Bratislava hevur sent til Føroya at spæla í staðin fyri liðið, sum varð sett í sóttarhald, venja á vøllinum í Djúpumýru í Klaksvík í kvøld klokkan 18. Men av tí at teir ikki kundu vísa úrslitið av koronuroyndunum, sum vórðu tiknar á flogvøllinum, sluppu teir ikki at venja í kvøld.
In.fo veit, at KÍ hevur sett sum treyt, at alt liðið skuldi hava negativar koronuroyndir fyri at sleppa at venja á vøllinum. Klokkan bleiv bæði 19 og 20 í kvøld, og einki úrslit kom fram, so liðið fór ongantíð at venja.
Orsøkin til óttan í Klaksvík er, at nakrir av spælarunum, sum nú eru sendir til Føroya, vóru á einum liði, sum spældi í Slovakia leygardagin, og har ein liðfelagi seinni varð staðfestur positivur við koronu. Hetta sendi mótstøðuliðið hjá Slovan Bratislava í sóttarhald, og kappingin í Slovakia er steðgað.
Sum vit skilja, so hevur Slovan Bratislava ikki kunngjørt nøvnini á nýggju spælarunum, sum teir hava sent til Føroya. Men í Klaksvík kunnu tey seta nøvn á í øllum førum fimm leikarar, sum hava spælt á hesum liðnum. Landslæknin hevur eisini fingið nøvnini, so um illgrunin er rættur í Klaksvík, so veit landslæknin tað, og so skulu leikararnir í sóttarhald sambært føroysku koronureglunum.
Tað er tí, at so nógv fundarvirksemi hevur verið í kvøld, og sum skilst er trýstið øgiligt úr Slovakia. Dysturin hevur sera stóran týdning fyri Slovan Bratislava, tí nógvar tíggjutals milliónir kunnu gleppa strófelagnum úr Slovaikia av hondum, um teir tapa dystin ímóti lítla liðnum úr Klaksvík. Talan er um risastórt felag, sum í løtuni byggir stadion fyri næstan eina milliard krónur.
Hjá KÍ er eingin ivi. Tey vilja verja sínar leikarar. Skuldi tað hent, at teir spæla ímóti einum koronusmittaðum liði, so seta teir seg sjálvar og alla ta føroysku fótbóltskappingina í vanda. Tí er hugsandi, at KÍ fer at nokta at spæla dystin, um trýstið verður so stórt, at dysturin verður spældur, hóast onkrir leikarar eftir føroysku reglunum skuldu sitið í sóttarhaldi.
Tí er talan um rættiligan hurlivasa, sum kann enda við eini verðinssøgu, um tað rættiliga kemur til skarpskeringar í morgin, sum nógv í løtuni bendir á.