Stórur roknifeilur

Bert eina viku eftir at ársroknskapurin varð kunngjørdur, hevur sveisiska fíggjarkonsernin, Credit Suisse, viðgingið, at tey hava roknað nakrar milliardir við síðuna. Talan er um skeiva virðisáseting av virðisbrøvum, og saman við generelt lága virðisbrævamarknaðinum hóttir hetta við at senda felagið í eina veruliga kreppu. Greinarar eru skelkaðir av stóra mistakinum, og á virðisbrævamarknðinum er partabrævið hjá Credit Suisse fallið heili 24,3% síðani ársskiftið. Bara í dag var fallið knappliga 10 prosentstig.