Tey seinastu árini er tað støðugt vorðið dýrari hjá íslendingum at fara í matvøruhandilin at keypa, og nýggj hagtøl vísa eisini, at prísirnir á matvørum eru hækkaðir nógv tey seinastu fýra árini.
Sum heild er matvøruprísurin hækkaður 66 prosent tey seinastu fýra árini, og síðani bankaskrædlið á heysti í 2008 hevur prísvøksturin verið 34 prosent.
Tí er tað greitt, at útreiðslurnar til mat eru vorðnar ein støðugt størri partur av útreiðslunum hjá teimum íslendsku húsarhaldunum, skrivar Vísir.
Hagtølini vísa, at keypiorkan hjá íslendingum er minkað umleið 8,3 prosent.