Norski filmsfestivalurin Kosomrama flytur fyribils úr Tróndheimi í Noregi og heim til Føroyar fyri at vitja á Tórshavn Fim Festival. Arild Kalvik, stjóri í Trondheim Kino, kemur til Føroya at umboða Kosomrama.
Les eisini: Sjóneykuna á film í átta dagar
Kosmorama er ein altjóða filmsfestivalur í Tróndheimi og er størsti filmsfestivalur í Miðnoregi. Festivalurin hevur nógv á skránni og vísir filmar úr øllum heiminum. Festivalurin letur harumframt egna filmsprísin hjá filmsvinnuni: Kanónprísin, sum er tað nærmasta, tú kemur einum Oscar í Noregi. F
Kosomrama hevur lagt eina spennandi skrá við sera góðum filmum, sum verða vístir á Tóff.
– Hetta er eitt mini Kosmorama í Føroyum og ein sjaldsamur møguleiki at uppliva eitt brot av einum altjóða filmsfestivali í egnum landi, sigur Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum.










