Stórur munur á royndunum

Tað er munur á liði, sum er mannað við royndum spæl­arum, ið hava vunnið nógv, og so nýggjum liði, sum fyri tað mesta er mannað við ungum monnum, ið hava fáar og smáar royndir í bestu deildini.
Hetta er so sjálvsagt, og tað varð aftur staðfest í gjár, tá ið uppflytararnir av Skála royndu seg við Margáir, har EB/Streymur, sum seinnu árini hevur vunnið FM tvær ferðir, og sum er fleirfaldur steypavinnari, tók ímóti.
3-0 heimasigurin var rudduligur, og lítlu løtuna undan steðginum varð tað mest sum avgjørt, at tað heldur ikki hesa ferð skuldi eydnast Skála at vinna stig.
Tað restaðu tveir minuttir av 1. hálvleiki, tá ið Pól Jóhannus Justinussen, sum hesa ferð var verjukendur miðvallari, við høvdinum stýrdi bóltin inn um Suna Ernstsson í Skála málinum. Bæði í hesum førinum, og tá ið leiðslan lítla løtu seinni varð tvífaldað, var talan um deyðbóltsstøðu.
Pól Jóhannus var hægstur, tá ið fríspark varð sent í brotsteigin, og tá ið dómarin í tíðini, sum dóm­arin hevði lagt aftrat fyrstu trimum korterunum, bríkslaði fyri brotssparki til EB/Streym, var tað eisini eftir frísparksinnlegg. EB/Streyma liðformaðurin Gert Hansen, sum hesa ferð var vongverji í høgru, meðan Jónas Tór Næs var fremstur í høgra borði, varð skumpaður í ryggin, og Hans Pauli Samuelsen var tryggur, tá ið hann umsetti úr ellivu metrum.
Gert Hansen var ikki serliga væl nøgdur við leikliga avrikið, men hann var sjálvandi fegin um, at tað í triðju royndini í ársins landskapping eydnaðist EB/Streymi at vinna fulla úrtøku:
– Vit spældu ikki væl, men tað eru stigini, sum telja, og vit vóna og rokna við, at spælið verður betri. Tað sær út til, at vit aftur í ár skulu hava tíð at finna stevið. Nýggju menninir skulu spælast inn, og tað er huga­ligt, at Arnbjørn var førur fyri at vera eitt korter á vøllinum í dag, var við­merk­ingin hjá EB/Streyma liðformanninum, sum saman við liðfeløgunum megnaði tað, sum Rúni Nolsøe, EB/Streyma venjarin avgjørt roknaði við, at hansara menn fóru at klára.
Brian Olsen varð skiftur inn fyri Jóhannes Hansen, sum hevði fingið møguleikan á vinstra vongverja. Brian hevði bara verið fimm min­uttir á vøllinum, tá ið hann staðfesti 3-0 sigurin, og aftur ta ferðina var tað eftir deyðbóltsstøðu. Pól Jóhannus Justinussen vann við høvdinum stríðið í luftini, og Brian Olsen stýrdi við høvdinum bóltin í málið. 3-0 og harvið var tað greitt, at talan fór at verða um tryggan heimasigur.
Hesa ferð var Pól Jóhannus Justinussen verju­kendur miðvallari. Styrkin hjá honum í høvuðspælinum og kropsstyrkin vóru mill­um orsøkirnar til, at Skála ongantíð fekk tak á mið­vallar­spælinum.
– Vit royna, og hug­burð­urin er góður. Men hetta er øðrvísi enn at spæla í 1. deild. Tað mugu vit venja okk­um við, og vit trúgva fram­vegis upp á tað, segði Skála liðformaðurin Teitur R. Joensen.
Eliesar Olsen hevði um­skipað Skála liðið eftir tap ímóti bæði B36 og NSÍ. Petur Pauli Mikkelsen og Pætur Dam Jacobsen vóru mið­verjar, og Teitur R. Joensen var hesa ferð vong­verji í vinstru.
Næsti møguleikin hjá Skála at vinna fyrsta stigið verður á Argjum, meðan EB/Streymur fær vitjan av KÍ.