Tað er eingin ivi um, at Suðuroyggin skal vera eina kommuna. Tað heldur í hvussu so ein stórur meiriluti av teimum, sum vóru á fólkafundi í Salt leygardagin.
Til stuttleika skipaðu tey á fólkafundinum eisini fyri eini fólkaatkvøðu um ymsar spurningar og ein av spurningunum var um Suðuroyggin skal leggjast saman í eina kommunu, ella um hon skal verða verandi í fleiri kommunum.
Úrslitið skal ikki takast fyri meiri enn tað er, men har var eingin ivi, tí 68 prosent hildu, at Suðuroyggin skal verða ein kommuna, og bara 32 prosent hildu, at Suðuroyggin skal verða verandi í fleiri kommunum.
Tey høvdu næstan eina líka greiða meinin um, hvussu nógv valdømi skulu vera í Føroyum. Í langa tíð hava Føroyar verið býttar sundur í sjey valdømi, men fyri nøkrum árum síðani, varð alt landið lagt saman í eitt valdømi.
Men tað halda tey, sum vóru á fólkafundi í Salt, varð ein skeiv avgerð, tí 61 prosent av teimum halda, at landið eigur at verða býtt sundur aftur í sjey valdømi.
Hinvegin er heldur eingin ivi um, at høvdu tey, sum vórðu á fólkafundi, eisini gjørt av, hvussu Løgtingið skuldi verið mannað, er eingin ivi um, at Javnaðarflokkurin hevði verið nógv størsti flokkur.
Men tað er ikki so undarligt, tí fyrivarni skal sjálvsagt takast fyri, at fólkafundurin var á Tvøroyri, har Javnaðarflokkurin er serliga sterkur.
Men úrslitið vísti, at Javnaðarflokkurin hevði fingið 31,6 prosent av atkvøðunum og Tjóðveldi hevði verið næststørsti flokkur við 22,4 prosent av atkvøðunum.
Sambandsflokkurin hevði verið triðstørsti flokkur við 16,3 prosentum av atkvøðunum, og Fólkaflokkurin er fjórðstørstur við 13,2 prosentum av atkvøðunum.
Men so býta hinir fýra flokkarnir, Sjálvstýri, Framsókn, Miðflokkurin, og Framtakið, um restina av atkvøðunum, og har var lítil og eingin munur á.