Stórur meiriluti fyri at gera tað lættari at fáa kannabis

Men løgtingslimir hava hvør sína loysn og nú skal so Løgtingið taka støðu til málið

Tað er stórur meiriluti í Løgtinginum fyri at gera tað lættari hjá summum sjúklingum í Føroyum at fáa heilivág við kannabis.

Tað er greitt, nú Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum hevur viðgjørt eitt uppskot frá Jenisi av Rana um at seta donsku royndarskipanina við kannabis-heilivági, í gildi í Føroyum eisini.

Tá ið Løgtingið viðgjørdi málið, var vælvildin stór, og tað sæst eisini aftur, nú Løgtingið hevur viðgjørt málið.

Men limirnir í Trivnaðarnevndini eru ikki samdir í, hvussu tað skal gerast.

Ein minniluti í nevndini, sum eru umboðini fyri Miðflokkin, Fólkaflokkin og Sambandsflokkin, mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Ein annar minniluti, sum eru Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, umframt umboðini fyri Tjóðveldi, vilja heldur hava Løgtingið at samtykkja, at so hvørt ein kannabis-heilivágur verður góðkendur í Danmark skal hann eisini góðkennast í Føroyum.

Tey vilja eisini hava Løgtingið at samtykkja, at sjúklingar skulu kunna søkja um tilskot til heilivágin, og somuleiðis vilja tey eisini hava Landsstýrið at skriva eina frágreiðing um nýtsluna av cannabisheilivági í Føroyum og um, hvussu royndirnar av tí eru.

Tá ið Løgtingið viðgjørdi málið, varð upplýst at tað eru eini seks sløg av heilivági við kannabis, sum eru góðkend í Danmark, men sum ikki eru góðkend í Føroyum, men at fleiri eru á veg.

Og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna sigur, at tey kunnu eisini verða góðkend í Føroyum við einum pennastroki, tí tað er er ein spurningur, sum ikki skal leggjast fyri Løgtingið.

Víst verður eisini á, at í Føroyum eru tað í nógv mestan mun, serlæknar, og helst serlæknin í pínuviðger, sum gevur sjúklingum heilivág við kannabis og takan er um heilivág, sum apotekið ger til tann einstaka sjúklingin eftir tørvi.

Og tey mæla til, at hildið verður fast um hendan leistin.

Sjálvstýri, sum eisini hevur umboð í Trivnaðarnevndini, hevur onga avgjørda støðu, men tekur støðu í Løgtinginum, tá ið atkvøðast skal.