Stórur meiriluti fyri at byggja skip

Jacob Vestergaard er púra einsamallur, so hann fær neyvan sín vilja

Tað er stórur meiriluti í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum fyri at strandferðslan skal fáa tað nýggja skipið, sum ætlanin er at byggja. 

 

Eitt tað síðsta, Henrik Old, avrikaði, áðrenn hann legði frá sær sum landsstýrismur í samferðslumálum, var at leggja uppskot fyri Løgtingið um at byggja Strandferðsluni eitt nýtt skip. 

 

Hann segði, at talan er um eitt skip, sum kann brúkast allastaðni, uttan til siglingina upp á Mykines. Tað kann enntá flyta ferðafólk ímillum Suðuroy og Sand upp á 20 minuttir, ella ímillum Suðuroy og Vágar upp á ein tíma. 

 

Talan er um eitt eina tríkilju, sum tekur um 100 ferðafólk og tríggjar bilar, og við ferðafólki siglur tað 20 míl. Annars siglur tað 28 míl, so tað er skjótt at flyta tað runt í landinum, har tað er brúk fyri tí.

 

Í fíggjarnevndini taka umboð fyri samgonguna, umframt umboð fyri Sambandsflokkin og Miðflokkin, undir við ætlanini.

 

Men tað ger Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum, ikki. Hann heldur, at Strandferðslan eigur heldur at fáa eitt skip, sum tekur ferðafólk og eina 10-15 bilar, og sum eisini kann brúkast til útoyggjar. Og tískil mælir hann løgtinginum frá at samtykkja at keypa ætlaða keypið