Á Norðskála stendur ein nýggjur handilsbygningur, og har húsast nýggi matvøruhandilin Inn. Handilin lat upp fríggjadagin og fyrstu dagarnir benda á, at fólk eru glað fyri nýggja tilboðið.
Jaspur Johannesen, stjóri, metir, at eini 1000 fólk vóru inni í nýggja handlinum.
- Tað tykist, sum fólk eru væl nøgd og taka væl undir við hesum, greiðir Jaspur blaðmanni og myndamanni frá, ið eru kominir ein túr á Norðskála at fregnast.
Í góðveðrinum mánamorgunin reisir henda, fyri mong, nýggja sjón seg í landslagnum, tá ein kemur úr Havnini og heldur leiðina yvir um brúnna, har Oyri og Norðskáli liggja við brúgvarendan.
Nýggjur miðdepil
Tað er ein royndur handilsmaður, ið hevur tikið stig til nýggja handilin.
Jaspur Johannesen hevur m.a. verið stjóri í Bónus og verið í handlinum í bensinstøðini á Argjum.
- Eg havi leitað leingi eftir einum øki til ein ein handilsbygning. Tað hevur ikki verið lætt. Men hetta er tað rætta og tørvur er eisini á hesum. Nú er henda ætlanin veruleiki og fólk tykjast taka væl undir við hesum, sigur Jaspur, meðan hann stríðist við at fáa ymiskt á hillarnar.
Enn er eftir at fáa ymiskt á pláss, men nýggi handilin er veruleiki og tykist hava fingið eitt gott pláss í miðum landinum og eftir øllum at døma eitt pláss í hugaheiminum á fólkum í nærumhvørvinum.
- Nærøkið telur eini 2300 fólk. So eru tað sjálvsagt eisini tey, ið koyra framvið. Men tað skal tó nakað til, fyri at fáa fólk at steðga á her, sigur Jaspur, ið tó longu ásannar, at fólk vitja Inn nærum allastaðni frá.
Og nýggi handilin er bert byrjanin til ein stóran handilsmiðdepil á Norðskála, tí Sunda Kommuna hevur sett økið av til handilsøki og longu nú er ein café og tveir aðrir handlar á veg, harav tann eini hevur verið í økinum í mong ár.
- Hetta verður eitt knútapunkt, metir Jaspur Johannesen.
Smáu handlarnir
Jaspur bjóðar kaffi og køkur í kaffistovuni hjá starvsfólkunum. Vit práta og hyggja út, har menn arbeiða við at fáa túnið í rættlag, so har kann merkjast upp fyri stórum og rúmligum parkeringsøki.
Spurdur, um hann ikki við hesum tekur nakað frá smærru handlunum, sigur Jaspur:
- Eg havi fingið spurningin áður, men tað er soleiðis í Føroyum í dag, at eini 60% av øllum matvørum verða seldar í Havn. Nú sleppa fólk so undan at fara til Havnar.
Og sum ein kundi nevnir fyri blaðmanninum, so er gott at hava fingið ein handil í nærøkið, ið hevur góð tilboð. So slepst undan at fara til Havnar og har keypa inn, sum væntaði ein ringar tíðir. Nú eru møguleikarnir betri fyri smákeypi í nærøkinum.
- Vit fara at hava tilboðini hjá Samkeyp, umframt onnur tilboð. Vit royna at hava høgt støði og lágan prís, greiðir Jaspur frá.
Eins og kundarnir, so er hann sera glaður fyri baksturvørurnar frá Miðberg, sum eisini verða settar á borðið í kaffistovuni, tá blað- og myndamaður vitja.
Jaspur er sjálvur í handlinum, saman við familjuni, og umframt starvast fýra fólk í Inn.
Nýggi handilsbygningurin er eini 700 fermetrar. Sjálvur handilin telur eini 500 fermetrar og so koma starvsfólkahøli og goymsla afturat, umframt at ein íbúð er teknað uppí eisini.
Kundar, ið vitjaðu Inn mánamorgunin
Hvat heldur tú um nýggja handilin?
Jóanes Johannessen, Funningur
- Hetta er fínt! Eg arbeiði í Havn, so tað er ein fyrimunur hjá mær, tí eingin handil er í Funningi. So sleppi eg undan at skula í stóru handlarnar í Havn, men kann ístaðin keypa inn her. Hetta er á vegnum til hús.
Elspa Sumberg, Norðskáli
- Eg eri granni. Hetta er hart tiltrongt, tí hetta er stórt øki og fólki er spjatt, so hetta er uppá tíðina. Hetta skuldi langtsíðani verið komið. Eg eri sera væl nøgd. Nú kann ein keypa í smáum og ikki verða noydd til Havnar og og keypa inn, sum væntaði ein ringar tíðir.