Gerið kvettið
Tiltakið er eitt tað størsta av sínum slag í Klaksvík seinni árini.
Á skránni er mat & køkutombola, uppboðssøla, fiskibrunnur og lutaseðlasøla og stuttlig proppakapping við góðum vinningum. Hendan dagin verður eisini stórur marknaður í skúlagarðinum, har alskins vørur verða seldar bílliga. Talan er millum annað um fleiri hundrað føroyskar og útlendskar fløgur, nýggj klæði, heimabundnar troyggjur til børn, køksbúnyttur, føroyskur matur og mangt annað.
Teknikapping
og framsýning
Børn í Norðoyggjunum hava hendan dagin eisini møguleika at luttaka í stóru Føroya Bjór teknikappingini. Øll børn sum lata tekningar inn áðrenn kl. 13.00 leygardagin eru við í kappingini og virðislønir verða latnar vinnarunum í øllum aldursbólkum.
Børn kunnu lata 1-2 tekningar A-4 stødd inn, sum hava okkurt við Føroya Bjór at gera, og hesar verða sýndar fram seinnapartin. Tá børnini koma við tekningunum fáa tey Pop-Top og bomm.
Norðurlensk vinarbýarsamband
Tað er 8. flokkur í Skúlanum á Ziskatrøð, sum saman við lærarum og foreldur, sum skipar fyri marknaðardegnum.
Hetta verður eisini gjørt fyri at fáa pening til vega til eina skipaða klassaferð til Østersund í Svøríki, har skúlabørn í somu vinarbýarketu, sum Klaksvíkin er partur av, fara at hittast á Norðurlendskari ungdómslegu.
Í komandi viku fara børn úr hesum flokki at selja lutaseðlar til frama fyri klassaferðina. Drigið verður um vinningarnar kl. 17.00 á marknaðardegnum.
Um veðrið er til vildar, verður stórur partur av tiltøkunum í sjálvum skúlagarðinum. Men fimleikarhallirnar og nakrar skúlastovur, verða óansæð veður og vind, nýttar sum garantur fyri tiltakið leygardagin 29. verður gjøgnumført á besta hátt.










