Hanus stóð einsamallur við sínum guitara á stóra pallinum í kvøld á Summarfestivalinum og spældi sínar eyðkendu og vælumtóktu sangir fyri heilt fitt av fólki. Hanus Johansen spældi enn einaferð eina undirhaldandi og fólksliga konsert í heimbýnum, tá hann fór á pall kl. 22.00 í góðveðrinum á Summarfestivalinum í kvøld. Heilt fitt av fólkið var komið á Vágsbø at hoyra býarbarnið, sum í mong, mong ár hevur verið ein av mest týðningarmiklu fólkasangarum, vit eiga í landinum. Skráin var hon vit kenna frá Hanusi, samansett av góðum, kendum songum og eisini onkrum norskum sangi, men hæddarpunktini á konsertini vóru tá hann framførdi ?So long Marianne?, hjá Leonard Cohen. Eitt lag, sum var serstakliga væl móttikið av fjøldini, eins ?Fagra blóma?, ?Vónsvikin? við fleiri vóru tað.










