Stórur loppumarknaður í gongugøtuni sunnudagin

Fólk hava teknað seg fyri omanfyri 50 borð, har tey fara at selja gomul ting og klæðir sunnudagin.


Sunnudagin 24. mai kl. 13-18 skipar Margarinfabrikkin fyri stórum marknaðardegi í Gongugøtuni. Fólk hava teknað seg fyri omanfyri 50 borð, har tey fara at selja gomul ting og klæðir. Børnini í Margarinfabrikkini fara at hava ein barnafestivalbás, har atgongumerki til Barnafestivalin 4. juli verða seld. Eisini selja tey Slush-ice, kaffi og vaflur. Í Margarinfabrikkini vóna tey at fáa eins góða undirtøku fyri tiltakinum sum í fjør, tá tiltakið eydnaðist avbera væl.