Oljuvinna
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
Leitað verður bæði á sjógvi og á landi. Á sjónum verður leitað í Limfjørðinum, Flensborg Firði og í Suðurfynska Oyggjarhavinum, og uppi á landi verður leitað í Løgumkloster og Jelling.
-Tað eru feløg, sum eru til reiðar at brúka nógvar milliónir krónur til kanning og leiting, tí tey hava eitt ánilsi um, at meiri olja og gass eru at finna í undirgrundini enn tað, sum higartil er funnið, sigur Peter Helmer við danska kringvarpið.
Hann hevur ábyrgdina av tí almenna partinum av kanningunum, og tað almenna er virkið í royndunum at finna meiri olju og gass. Hvørja ferð eitt felag fær loyvi til at bora niður í donsku undirgrundina, rindar tað almenna 20 prosent av útreiðslunum. Skuldi tað so hent, at tað eydnast at finna olju ella gass ella kanska bæði tvey í rakstrarverdum nøgdum, skal ríkiskassin hava tveir triðingar av inntøkunum.
Peter Helmer sigur, at tað hevði sjálvandi verið sera áhugavert, um tað skuldi borið til at vunnið olju uppi á landi í Danmark eins og í londum sum Póllandi og Týsklandi ella inni á grunnum vatni. Áhugin er í hvussu er stórur. Í Limfjørðinum er tað DONG, sum leitar, og í Suðurjyllandi eru tað eitt amerikanskt felag og tað almenna polska felagið PGNiG, sum leita.
Eitt fjórða felag, tað danska Danica Ressources, hevur søkt um loyvi at bora í Eystrasalti, men hevur ikki fingið svar enn. Stjórin, Jens Vasehus, sigur við DR, at fleiri lond við Eystrasalt hava funnið olju har, og tí er tað líka sannlíkt, at hon eisini er at finna í danska partinum, sigur hann.
Stórur váði
Peter Helmer heldur ikki, at tað er meiri enn 10 prosent møguleiki fyri at finna olju og gass í rakstrarverdum nøgdum uppi á landi ella inni á grunnum vatni í Danmark.Men 10 prosent er hóast alt ikki so lítið, og tí er tað kanska ikki sø løgið, at feløg brúka tíggjutals milliónir krónur til royndirnar.
-Sjálvandi er ein stórur váði knýttur at hesum íløgunum, men tað eru oljufeløgini so von við, sigur Peter Helmer við danska kringvarpið.










