Nógvir íslendingar og útlendingar hava verið við tráðuni, síðani veiðitíðin í teimum íslendsku áunum byrjaði. Tað er ymiskt, hvussu tað hevur vignast. Eitt nú kæra summi seg um, at laksurin tykist vera heldur seinur á veg í ár, og hildið verður, at kaldari veður kann vera ein orsøk.
Men hjá øðrum hevur tað ligið væl fyri. Sum eitt nú mánadagin tá Guðlaug Kristbjörg Kristinsdóttir fekk ein óvanliga stóran laks í Laxá í Aðaldali. Hetta var ein kvennfiskur, sum vísti seg at vera 104 sentimetrar langur og 49 sentimetrar í ummál. Sagt verður, at hetta er tann størsti laksurin, sum er veiddur í hesari ánni í ár.









