Stórur lætti hjá norsku skíðrennarunum

Petter Northug og Øystein Pettersen vunnu kappingina í skíðrenningarsprinti fyri lið ígjár.

 

- Eg kendi tað, sum eg kundi flúgva, tá eg kom á mál, segði Petter Northug, aftaná sigurin var komin í hús.

 

- Eg standi púra málleysir. Sprinturin hevur ikki verið mín sterkasta síða, men eg gav alt, sum eg átti, segði Øystein Pettersen við norska kringvarpið.

 

Norska tjóðin hevur verið sera vónbrotin um ta soltnu úrtøkuna hjá teimum mannligu skíðrennarunum, og kom gullið hjá Petter Northug og Øystein Pettersen tí sera væl við.

 

 

Kortini kundi tað gingið galið tíðliga í kappingini, tá Øystein Pettersen var avhektaður, men hann kom ótrúliga sterkt aftur, og fekk norska liðið fram í oddin aftur.