Stórur áhugi var fyri fiskikappingini

Tá ið fiskikappingin var av, fóru børnini við línuskipinum, Ågot, út í Kalsoyarfjørð at kasta fløskupostar

Sjómannadagur

Hóskvøldið varð skipað fyri fiskikapping fyri børnum á Kósabrúnni í Klaksvík.
Fiskikappingin, sum varð skipað í sambandi við Føroya Sjómannadag, fekk stóra undirtøku.
Nógv børn og foreldur vóru á Kósabrúnni hesa løtu, meðan kappingin fór fram, og lagið var gott.
Børnini vóru ágrýtin, og tá ið fongurin skuldi vigast, høvdu tey Finn Baldvinsson til hjálpar, sum vigaði fiskin fyri tey.

Fløskupostar
Tá ið fiskikappingin var av, og fongurin vigaður, fóru børnini út í Kalsoyarfjørð við línuskipinum, Ågot, at kasta fløskupostar.