Stórur áhugi fyri uppboðssølu av savninum hjá Heindriki prinsi

Fleiri túsund fólk vóru til fyrstu uppboðssøluna av savninum hjá Heindriki prinsi sála. Í desember verður enn ein uppboðssøla.

Í august komu fyrstu lutirnir úr savninum hjá Heindriki prinsi av asiatiskum og afrikanskum listahandverki á uppboðssølu hjá Bruun Rasmussen.

Bruun Rasmussen merkti sera stóran áhuga, har fleiri túsund fólk vóru inni og hugdu at savninum og bjóðaðu upp á lutirnar.

Nú verður skjótt aftur gjørligt at bjóða upp á verk úr savninum hjá prinsinum.

– Tilsamans eru tað eini 6.000-7.000 lutir í savninum hjá Heindriki prinsi.

– Nakrir lutir hevur kongaliga familjan valt at varðveita. Millum anna eina savn, sum er sýnt frá á Château de Cayx í Frankaríki.

– Ein partur av savninum hevur áður verið sýnt fram á Silkeborg Kunstmuseum, Gl. Holtegaard og Koldinghus.

– Aftanfyri á øllum lutunum er eitt hvítt klistrimerki við einum H undir eini kongaligari krúnu. Tað vísir, at prinsurin hevur átt lutin.

– Inntøkurnar hjá kongshúsinum á uppboðssløluni fara til Kronprinsparrets Fond og Nikolai og Felix Fonden. Grunnarnri stuðla ymsum hjálpartiløkum.

Kelda: Bruun Rasmussen og Ritzau

 

/ritzau/