Stórur áhugi fyri tunglyndi

Seinastu mánaðirnar hevur Sinnisbati gjørt eitt átak fyri at upplýsa um tunglyndi. Í farnu viku var túrurin komin til Suðuroyar

Hov: Høllin í Skúladeplinum í Hovi var fullsett av kvinnum og monnum, sum vildu vita meiri um sjúkuna tunglyndi, ið rakar ein stóran part av fólkinum.
Á fundinum sang Eyðun Nolsør nakrar áðrenn sangir, áðrenn Regin Jóanesarson úr Vestmanna greiddi frá, hvussu tað er at liva við tunglyndi. Skilligt var, at hetta evnið hugtók áhoyrararnar.
Eftir hetta fekk Tormóður Stórá, sálarlækni orðið, har hann greiddi frá um sjúkuna og hvørjir viðgerðarmøguleikar eru tøkir fyri tunglyndisrakt.
Aftaná hesar framløgurnar var høvið hjá teimum omanfyri 100 áhoyrarunum at seta fram spurningar og annars gera viðmerkingar til evnið.
Á fundinum kom fram, at einir 2500 føroyingar eru merktir av tunglyndi so ella so í dag. Helst er hetta orsøkin til, at høllin í Skúladeplinum var fullsett, eins og støðan hevur verið á øðrum støðum kring landið eisini.
Hesir fundirnir kring landið er partur av endamálinum hjá Sinnisbata, sum er at upplýsa og seta orð á hvat sálarsjúka er.