Stórur áhugi fyri svínatjógvunum

- Í hjallinum hjá Norðfra í Norðdepli er sera góður gjóstur, turkingin gongur væl, og nú er skorpa komin á, sigur Johan Mortensen, stigtakari til forvitnisliga verkætlan

Skinkur

Skinkuframleiðsla kann ríka og fjøltátta føroyskt vinnulív.
Tað er Johan Mortensen, slóðbrótari, sannførdur um.
Saman við øðrum góðum kreftum er hann farin undir eina forvitnisliga royndarverkætlan at turka svínatjógv í Føroyum.
Verkætlanin skal staðfesta, um tað er møguligt at turka svínatjógv úti í føroyskari luft, sum síðan kunnu framleiðast til unikkar og kostnaðarmiklar skinkuvørur, har kiloprísurin fyri bestu skinkuna liggur heilt uppi á 600 krónum fyri kilo.
Í heyst vórðu nøkur svínatjógv soleiðis hongd upp á trimum støðum í Føroyum – í Norðdepli, vesturi í Bø og í Stóru Dímun.

Sær gott út
Johan Mortensen sigur, at hann júst hevur verið í Norðdepli, har svínatjógvini hanga í hjallinum hjá virkinum Norðfra.
- Í hjallinum er sera góður gjóstur, turkingin gongur væl, og nú er skorpa komin á. Nakrar ”skinkur” verða nú smurdar við svínafeitti, sum vit hava fingið úr Danmark. Hetta verður gjørt fyri, at tjógvini ikki skulu gerast ov turr.
Johan sigur, at enn er ikki greitt, um neyðugt yvirhøvur verður at smyrja tjóvini, men hetta fara royndirnar eisini at vísa, sum tíðir gongur.
- Kanska hevði tað verið eitt hugskot hjá føroyskum bøndrum at smurt gongulimirnar á seyði, sum hanga til turkingar, við feitti úr seyði, sigur hann.

Stórur áhugi
Johan Mortensen sigur, at tað er sera stórur áhugi millum manna fyri skinku-verkætlanini, og sjálvur er hann sera spentur eftir at vita, hvussu henda fyrsta royndin fer at eydnast.
- Henda ætlan kann koma at ríka og fjøltátta føroyskt vinnulív, er slóðbrótarin sannførdur um.
Samstarvspartarnir hjá honum eru ikki hvørjir sum helst. Stóri danski svínaframleiðarin, Danish Crown, letur rávøruna til verkætlanina, og kendi danski slaktarin, Jens Munch, sum rekur Slagter Munch í Skagen, er eisini við sum ráðgevi.
Aðrir partar, sum eru við í verkætlanini, eru Leif Sørensen, kokkur á Hotel Føroyum, Pál Weihe, granskari, Mortan í Hamrabyrgi og bøndurnir, Óla Jákup í Dímun og Gutte Guttesen, eins og fiskaframleiðarin á Norðfra í Norðdepli, Jógvan Høj.