Fríggjadagin avdúkaðu fyrireikararnir av Summar Festivalinum tvey av útlendsku nøvnunum, sum skulu spæla á festivalinum í summar. Úr Danmark kemur kanska besti danski festivalbólkurin Shu-bi-dua, og úr Finlandi kemur rockbólkurin The Rasmus, sum ungfólk kenna frá MTV og hitlistum kring Europa.
Fyrireikararnir av Summar Festivalinum fegnast um at hava fingið hesar bólkar at spæla í festivalinum í summar.
- Okkara festivalur skal vera ein breiður og fólksligur festivalur, og tí eru tveir bólkar sum Shu-bi-uda og The Rasmus sera væl egnaðir til Summar Festivalin, sigur Steintór Rasmussen, ein av fyrireikarunum.
- Vit hava eisini fingið sera nógvar positivar reaktiónir, síðani hesir báðir bólkarnir vóru kunngjørdir. Áhugin fyri Summar Festivalin er sera stórur, fólk gleða seg til tiltakið, og longu fyrsta dagin kom veruliga gongd í atgongumerkjasøluna, sigur Steintór Rasmussen.
3000 tey fyrstu vikuskiftispassini til Summar Festivalin verða seld fyri serliga prís. Hesi kunnu keypast á Shell-støðunum kring landið fyri 495 krónur.










