Magnus Rasmussen, fyrrverandi borgarstjóri í Runavíkar kommunu og nú løgtingsmaður, sigur, at kenslan er góð, nú fyrsta skotið til Eysturoyartunnilin verður latið av týsdagin 21. februar klokkan 14.
- Tað er í veruleikanum nógv ár síðan, at hesin tunnil kom á breddan, so prosessin hevur verið drúgv. Sjálvur var eg ikki við frá byrjan, men seinnu árini havi eg verið partur av hesi ætlan, meir og minni. Nú fyrsta skotið verður latið av, má eg siga, at hetta kennist væl, og eg eri takksamur fyri, at eitt samt løgting tók undir við hesi ætlan.
Løgtingsmaðurin heldur, at týdningurin av hesum tunnli kemur at verða stórur fyri allar Føroyar og ikki bert fyri eitt nú Skálafjørðin.
- Tað, at vit fáa bundið Føroyar enn betur og tættari saman, kemur at geva føroyska samfelagnum enn betri møguleikar at menna seg á ymiskum økjum. Sum dømi hugsi eg, at hetta fer at hava positiva ávirkan á vinnulívsmøguleikarnar og fer at gera Føroyar til ein enn størri kraftdepil í hesum høpi.
Magnus Rasmussen vísir á, at longu, tá lógin um Eysturoyar- og Sandoyartunnlarnar varð samtykt, øktist áhugin fyri at búsetast við Skálafjørðin, og eftirspurningurin eftir grundstykkjum, húsum og vinnuøkjum er stórur í løtuni.
- Hetta vísir greitt, at áhugin er stórur og veksandi at búseta seg við Skálafjørðin. Hetta, at áhugin at búgva tætt at høvuðsstaðnum - uttan tó at búgva í honum - er ikki ókent fyribrigdi í øðrum londum heldur, sigur løgtingsmaðurin.