Fólk vita sum heild lítið um viðurskiftini hjká sálarsjúkum í Føroyum og eru skelkað, tá tey frætta um, hvussu illa stendur til, sigur formaðurin í Sinnisbata, Soffi Egholm.
Eini 200 fólk vóru til pallborðsfundin, sum Sinnisbati skipaði fyri á Platform fríggjadagin. Og til kravgonguna og tiltakið á Vaglinum vóru enn fleiri, sigur formaðurin i felagnum.
Men tað eru øgiliga nógv fólk í Føroyum, sum ikki hava minsta ánilsi av, hvussu illa tað stendur til á økinum, sigur hon. Tað prógva allar tær samrøður og viðmerkingar annars, hon hevur fingið seinnu tíðina. Serliga nú nógv hevur verið gjørt burtur úr at kunna um støðuna í fjølmiðlunum.
Hon vísir á, at hesi fólkini, hvørs sak Sinnisbati talar, eru ikki tey, sum rópa harðast og seta størstu krøvini. Og myndugleikarnir gera sítt til at taka alla sjálvsvirðing frá teimum.
Til dømis skulu tey klára seg við 700,- krónum í lummapeningi um mánan. Og 1.000,- krónur fáa tey um árið til klæði. So tann sum frammanundan er illa fyri sálarliga, veðru ikki betri av slíkar viðfer frá teimum, sum áttu og skuldu verið teirra stuðlar, sigur Soffi Egholm.
Hetta er eitt eymt mál, sum kropið hevur verið uttanum í longri tíð og tí eisini hevur ligið í dvala. Men nú kom knappliga røringur í, og heilt nógv fólk vilja vita meira um hetta økið, sigur hon.
Soffi Egholm fegnast um tann áhuga, málið nú hevur fingið, og vísir á, at júst hetta var eisini endamálið við tí kunningarátakið, sum verið hevur. Og nú fer Sinnisbati so at halda fram at koyra á politiska myndugleikan fyri at royna at fáa skapt teimum sinnisveiku í Føroyum betri umstøður.