Nú ársins bátastevna, sum er stóra og væl vitjaða bátastevnan í Vestmanna, stundar til, eru nógvar tilmeldingar longu komnar, bæði til báta- og kampingpláss.
- Alt bendir á, at bátastevnan í ár eins og undanfarin ár fer at fáa rættiliga góða undirtøku, siga fyrireikararnir, sum tó leggja aftrat, at enn eru pláss eftir, bæði til bátar og húsvognar.
Í Vestmanna hava tey skipað so fyri, at bæði bátar og húsvognar kunnu koma til bygdar eina heila viku, áðrenn sjálv stevnan byrjar, og á heimasíðuni www.vif.fo er møguleiki at tilmelda seg.
Longu hósdagin hin 17. mai klokkan 17 - kristi himmalferðardag verður langteinakappróður á Vestmanna, har kappast verður á 6000 metrum.
Fríggjadagin hin 18. mai verður stórt barna-og ungdómstiltak í Ítróttarhøllini, sum byrjar klokkan 19. Á hesum tiltaki luttaka eitt nú Sveinur Gaard Olsen, sum var við í finaluni í X-factor og eisini verður Ævintýraferðin við Búa Dam og Dánjali á Neystabø partur av tiltakinum.
Tann stóri dagurin á bátastevnuni verður leygardagin hin 19. mai, tá allur bátaflotin, sum verður við í siglingini, savnast undir Fútakletti klokkan 14.30 og stevnir inn á Vestmanna.
At síggja eitt slíkt bátafylgi sum tað, ið plagar at mynda ársins bátastevnu, er rættiliga hugtakandi.
Tá allir bátarnir eru komnir inn á Vestmanna og eru bundnir trygt við brúgvarnar, verður borðreitt við suppu og øðrum góðum í tjaldinum á bryggjuni.
Undanfarin ár hevur tað verið deksbáturin Ólavur, sum siglur fremstur í bátafylginum av Fútakletti og inn á Vestmanna.