Nú klokkan 9 fóru 130 kirkjuráðslimir og kirkjutænarar á skeið á Hotel Hafnia.
Á skeiðnum verða tikin upp evni, ið hava við samleika og sjálvsfatanina hjá fólkakirkjuni at gera. Fleiri prestar fara at halda fyrilestrarnar, har møguleiki eisini er fyri tjaki.
- Tað hevur verið áhugavert at lagt hetta skeiðið til rættis. Áhugin hevur verið stórur, og nógv fólk hava fingið noktandi svar vegna plásstrot, verður sagt av bispakontórinum.
Evnini eru dópurin, altarborðið, skriftamálið, konfirmasjón, sálmabókin og samskifti.
- At vit soleiðis koma saman ymsa staðni frá í landinum styrkir samanhaldið. So síggja vit brádliga, at fólkakirkjan eigur fjøld av fólki, ið gera tænastu í kirkjuni menniskjum til signingar og Guði til heiðurs og æru, sum tikið verður til.
Skeiðið byrjar klokkan 9 við andakt í Dómkirkjuni, og verður hildið á til út á seinnapartin.











