Orsøkin er, at fólk vilja fegin sleppa at síggja ta upprunaligu arktisku náttúruna, áðrenn veðurlagsbroytingarnar gera enda á henni. Á skrivstovuni hjá ferðavinnuráðnum í Grønlandi hava tey lagt merki til tann stóra áhugan, sigur KNR, og áhugin er ikki blivin minni, eftir at ein amerikonsk frágreiðing er komin til ta niðurstøðu, at tað ber ikki til at steðga tí veksandi hitanum á jørðini.









