Kørini við fiskum og ymiskum havdýrum hava øll árini, sum tiltakið hevur verið partur av sjómannadegnum, havt stóran áhuga, bæði millum børn, vaksin og eldri fólk. Tað er áhugavert at síggja tað, sum livir í havinum og við havbotnin.
Við mongu kørini, sum sett eru upp á bryggjuni, er ongantíð mannleyst hesar dagar, tá fiskur og havdýr búleikast har.
Tú sært børn, bæði gentur og dreingir, og tú sært eldri menn, sum forvitnast um, hvussu fiskurin, sum teir í sínari tíð drógu upp av grunni, háttar sær.
Viðhvørt er rættiligt lív í við kørini, tá børnini stinga hendurnar undir vatn og royna at taka eftir onkrum av fiskunum.
Tað eru menn við skipum og bátum, sum syrgja fyri, at hesir fiskar og havdýr koma livandi til lands og kunnu vera til mikla gleði fyri fólk, sum ferðast eftir bryggjuni, meðan Føroya Sjómannadagur verður hildin í Klaksvík.