Stórur áhugi fyri finaluni

Higartil hevur Todi Jónsson tapt tvær finalur og onga vunnið, síðani hann í 1990 var við til at vinna Løgmanssteypið

DONSK STEYPAFINALA

Kristi himmalsferðardagur er dagurin, tá ið danska steypafinalan í fótbólti verður spæld. Soleiðis hevur tað verið í mong ár, og soleiðis er tað eisini í ár. Serstakt er tað, at ein føroyingur er partur av finaluni. Talan er um Toda Jónsson, sum er á fimtan manna liðnum hjá FCK. Um Todi sleppur upp í part á vøllinum, og hvussu nógva spælitíð hann kanska fer at fáa, ber ikki til at siga nakað um frammanundan.
Tað er ógvuliga stórur áhugi í Danmark fyri endadystinum í steypakappingini millum FCK og AaB, sum eftir lutakast eigur heimavøll. Hetta hevur við sær, at FCK liðið ikki fer at vera í hvíta búnanum, sum teir vanliga spæla í Parkini í. Teir fara at vera í svarta útivallar búnanum.
Fyrrapartin í gjár varð roknað við, at øll atgongumerkini fara at verða seld. Tað vil siga, at áskoðaratalið fer at vera omanfyri fjøruti túsund. So mong vóru eisini í Parkini hóskvøldið, tá ið FCK vann á Brøndby, og so mong fara at vera í Parkini, tá ið FCK og AaB sunnudagin fara at spæla landskappingardyst. Tað vil siga, at í trimum dystum í eina stóra viku fara fleiri enn 120 túsund at møta upp í Parkini fyri at hyggja at FCK. Tað kann ikki sigast annað, enn at áhugin fyri fótbólti er størri í danska høvuðsstaðnum og í Danmark, enn hann hevur verið í mong, mong ár.

Tapt tvær ferðir
Á heimasíðu síni, todi.fo, sigur Todi Jónsson, at hann higartil bara hevur verið millum tapararnar í donskum steypafinalum. Hann sipar til finalurnar í 1998 og í 2002, tá ið FCK tapti ávikavíst ímóti Brøndby (4-1) og OB (2-1).
FCK hevur vunnið steypafinaluna tvær ferðir. Fyrra ferðin var í 1995, tá ið teir smurdu AB av 5-0, og seinna ferðin var í 1997, tá ið FCK vann 2-0 á Ikast. Todi kom úr Lyngby og til FCK á sumri í 1997.
Einasta ferðin, at Todi Jónsson hevur vunnið steypafinaluna, var í 1990. Ta ferðina spældi hann við KÍ. Í finaluni vunnu teir 6-1 á GÍ. Todi Jónsson staðfesti stórsigurin hjá klaksvíkingum við at skora síðsta málið.