Stórur áhugi fyri Føroyum á oljuráðstevnu í London

Føroyski básurin á altjóða oljuráðstevnuni PETEX í London í farnu viku varð sera væl vitjaður. Jarðfeingi fer í tíðliga í desember at lata nýggj loyvi til oljuleiting.

Jarðfeingi fer í næstum at lata nýggj leitiloyvi á føroyska landgrunninum. Talan er um fýra umsóknir frá tilsamans fimm oljufeløgum. Petur Joensen, stjóri í Jarðfeingi sigur við Portalin, at loyvini verða latin innan teir næstu tvær vikurnar.

Jarðfangi á oljuráðstevnu í London

Fýra umboð fyri Jarðfeingi hava júst verið á stórari oljuráðstevnu í London, Petex, har eitt nú Atlantsmótið var á skránni. Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi sigur við Portalin, at tey høvdu ein lítlan bás á ráðstevnuni, sum varð sera væl vitjaður. -Tað vísti seg, at nógv høvdu stóran áhuga fyri føroyska økinum og varð tað nettupp eisini ætlanin við okkara luttøku at greiða frá tí, sum er hent higartil og hvat status er. Petur Joensen heldur fyri, at eisini stóri áhugin fyri 25. Útbjóðíngini vestan fyri Hetland setur ringar í sjógvin, soleiðis at Føroyaøkið tá eisini verður meira áhugavert. Hann heldur, at ikki minst líkindini fyri, at infrastruktururin vestan fyri Hetland verður bygdur út, kann fara at gagna okkum eisini í framtíðini.