Stórur áhugi fyri føroyskum veitingarskipum

Supply Service í Leirvík hevur langtíðarleigað tvey av sínum skipum út, langt áðrenn tey eru liðug

Oljuvinna

Árni Joensen:

arni@sosialurin.fo


Tað stendur ikki á hjá Supply Service í Leirvík at útvega sínum veitingarskipum sáttmálar. Felagið hevur trý skip í gerð, og hóast einki teirra verður liðugt fyrr enn næsta ár, eru tvey av teimum trimum skipunum longu langtíðarútleigað.


Seinast hevur felagið í Leirvík gjørt ein trý ára leigusáttmála við Revus Energy og Det Norske Oljeselskap, sum sambært sáttmálanum leiga Eldborg í trý ár frá 1. apríl næsta ár. Frammanundan hevur Supply Service gjørt avtalu um annað av hinum skipunum, og í tí førinum er talan um fimm ára leigusáttmála. Í báðum førum er talan um arbeiði í norskum øki.


Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Supply Services, sigur, at tað hevur ikki verið so lætt at fáa leigusáttmálar um veitingarskip, og tað er heldur ikki vanligt, at eitt felag hevur leigað tvey av trimum skipum út, áðrenn tey eru liðug á skipasmiðjuni.


-Vit hava kanska verið hepnir, men vit hava eisini fyrireikað okkum væl og hava havt tað rætta fólkið at arbeiða við hesum, sigur Jens Meinhard Rasmussen við Sosialin.



Í rættari tíð


Gongst sum ætlað, fær Supply Services tað fyrsta skipið í januar næsta ár, og hini bæði koma so í juli og august.


Jens Meinhard Rasmussen sigur, at ein orsøk til, at tað hevur gingið so væl at leiga skipini út, er, at tey eru millum tey mest nútímans á marknaðinum. Hann kann samstundis fegnast um, at teir bíløgdu skipini í rættari tíð. Í dag er sáttmálaprísurin oman fyri 300 milliónir krónur, men føroyska felagið fær síni skip fyri einar 225 milliónir krónur.