Stórur áhugi fyri føroyskum tónleiki á TransMusicales í Rennes

Fyrstu tvær konsertirnar hjá ORKA og Budam týsdagin og mikudagin eydnaðust sera væl. Miðlafólk hava í hesum sambandi havt áhuga í at hitta føroysku tónleikararnar, og varð ætlanin tískil í dag at halda eina lítla móttøku fyri tíðinda- og vinnufólki Áhugin fyri tiltakinum vísti seg tó at verða so stórur, at stigtakararnir valdu at gera móttøkuna til ein tíðindafund. Á tíðindafundinum vóru nøkur av heimsins størstu tíðinda-og tónleikavunnubløðunum til staðar.

 

Størsta tíðindablaðið í franskt-talandi partinum av heiminum, Le Monde, ger í dag nógv burtur úr ORKA. Niðanfyri er leinkja til grein um ORKA á internet-síðuni hjá Le Monde.

 

KLIKKIÐ HER

 

Eitt annað franskt tíðindablað hevur somuleiðis gjørt longri grein og film um ORKA. Niðanfyri er ein leinkja til greinina og filmin um ORKA

 

KLIKKIÐ HER