Rættiliga stórur áhugi tykist verða fyri bátaplássunum á Summarfestivalinum, og soleiðis sær eisini út til at verða í ár.
Tað er vorðið alt meira vanligt at fara við báti til ymsu stevnurnar, tiltøk og festivalar kring landið. Hesin áhugin merkist eisini hjá Summarfestivalinum.
Norðlýsið skrivar í dag á heimasíðuni, at bert nøkur fá pláss eru eftir. Norðlýsið skrivar, at Norðoya kunningarstova, ið stendur fyri húsvogna- og bátaplássinum hjá Summarfestivalinum, sigur at bert 10 bátapláss eru eftir til ársins Summarfestival.
Stórur áhugi er eisini fyri campingøkinum, og har er longu útselt.