Stórur áhugi fyri arkitektteknaðu húsunum í Ánunum

Eini 400 fólk nýttu høvið at síggja nýggju raðhúsini í Ánunum sjómannadagin leygadagin, á húsameklarafelagið INNI hevði opið hús. Tað er INNI, sum stendur fyri søluni av húsunum, og har eru tey væl nøgd við, at tiltakið eydnaðist so væl.

- Vit eru øgiliga væl nøgd, sigur Hannelena Mittún, stjóri í Inni.

- Hetta eru sera snotulig og væl innrættað hús, og tað var ikki sørt, at fólk høvdu tað á orðið hendan dagin, sigur hon við heimasíðuna hjá Eik.

Tað eru Magnus Hansen, arkitektur, sum hevur teknað húsini, og dentur hevur verið lagdur á, at húsini skulu passa væl inn í umhvørvið, og at íbúgvarnir skulu fáa sum mest burtur úr vøkru náttúruni og so nógv ljós sum gjørligt. Tískil eru húsini bygd soleiðis inn í lendið, at øll hava gott útsýni og góðan sólargang.

Tey fimtan raðhúsini eru bygd í tveimum støddum, tað er ávikavist 105 og 110 fermetrar, og trý av teimum eru seld.

Húsini verða víst fram hvønn mikudag seinnapart.

Sí eisini myndatema her á síðuni TRÝST HER