Í kvøld verður tann árligi fótbóltsdansurin í Rex. Atgongumerkini, sum kundu keypast í forsølu, eru nú útseld.
All That Rain standa fyri tónleikinum, tá ið árligi fótbóltsdansurin verður í Rex í kvøld. All That Rain hava ikki verið á palli síðani í januar í 2008, so stórur áhugi er fyri at hoyra bólkin aftur. Bólkurin er kendur fyri at spæla góðan og kendan dansitónleik, umframt egnan tónleik.
Atgongumerki hava verið til sølu í Salong McGavin og hjá Tutl í Havn, men nú eru atgongumerkini øll farin.
Fyrireikarar siga, at telefonstormur er hjá McGavin og Tutl, tí enn er stórur áhugi fyri at fáa hendur á atgongumerki til dansin í kvøld.
Fyrireikarar siga, at møguleiki verður fyri at keypa atgongumerki í Rex frá kl. 22.00 í kvøld, tá ið dyrnar lata upp.
Hesum boða fyrireikarar frá í dag.