Vanliga taka um 150-200 lærarar lut á aðalfundinum; men í ár er tað met, nú heili 340 hava boðað frá luttøku. Tað svarar til umleið helvtina av limunum, sum arbeiða í fólkaskúlanum.
Nýggjur formaður
Høga luttøkutalið skyldast ikki stríðsval, tí formaðurin síðstu átta árini, Herálvur Jacobsen, stillar ikki uppaftur. Eittans valevni er til formanssessin, tað er Jacob Eli S. Olsen, sum hevur verið næstformaður. Hann verður sostatt nýggjur formaður uttan val.
Hinvegin, so verður veruligt val um at koma í nevndini í felagnum. Nevndarlimirnir, sum standa fyri vali hesa ferð, eru Carl Eli Nolsøe Samuelsen og Jona Højsted; tey eru lærarar ávikavist í Eysturskúlanum í Havn og Skúlatrøð í Klaksvík. Carl Eli Nolsøe Samuelsen og Jona Højsted bjóða seg fram aftur, og umframt bjóða Jákup av Skarði, fyrstilærari í skúlanum í Nólsoy, og Tórhallur við Gil, lærari í Runavíkar kommunuskúla, seg eisini fram.
Tveir gestarøðarar
Gestarøðarar verða Páll Isholm, rektari á Studenta- og HF-skúlanum á Kambsdali, og Hanna Jensen, landsstýriskvinna við skúlamálum.
Aðalfundurin verður á Hotel Føroyum.











