Stórur áhugi er fyri at leingja bátar

Áhugin fyri at leingja glastrevjabátar er stórur, og AWI-Boats í Runavík hevur við góðum úrslitum nú longt nakrar bátar

Bátaídnaður

Í løtuni verður glastrevjabáturin, Skarvur hjá Birgiri Hansen í Sørvági, longdur á virkinum hjá AWI-Boats í Runavík. Báturin verður longdur við umleið 5 fótum á miðjuni, og á virkinum í Runavík verður lastin eisini bygd sum kassalast.
- Fyrimunurin við at leingja bátarnar er, at plássið á dekkinum verður størri, og soleiðis verða arbeiðsumstøðurnar eisini betri. Harumframt fær báturin betri berievni, samstundis sum hann kann sigla skjótari, siga tey á AWI-Boats.

Slengrikjølar
Nú Skarvur stendur á bátaverkstaðnum í Runavík, verða slengrikjølar eisini settir undir hann.
Á AWI-Boats siga tey, at slengrikjølarnir væntandi fara at gera bátin uppaftur betri í sjónum.