Stórur hjálparpakki í Japan

Nývaldi forsætisráðharrin í Japan, Shinzo Abe, hevur sett sær fyri at fáa ferð á búskapin, og tí boðaði hann í morgun frá, at stjórnin hevur játtað ein hjálparpakka við 650 milliardum krónum í. Pengarnir skulu millum annað brúkast til at økja nýtsluna hjá tí almenna og til at hjálpa smáum og meðalstórum fyritøkum.

Talsmenn fyri stjórnina siga, at tiltøkini skulu økja landsins bruttotjóðarframleiðslu tvey prosent, og harumframt vónar stjórnin, at tiltøkini skulu geva 600.000 nýggj arbeiðspláss.

Tíðindini um hjálparpakkan fingu góða móttøku á virðisbrævamarknaðinum í Tokyo, skrivar Reuters.