Eftir 25 minuttir var tað greitt, at talan fór at verða stórsigur, tá ið KÍ kvinnurnar í gjárkvøldið høvdu vitjan av Víkingi.
Útsetti dysturin endaði 7-0 til heimaliðið, sum var frammanfyri 3-0 eftir 25 minuttir og 4-0 í9 hálvleikinum.
Rannvá B. Andreasen skoraði tríggjar ferðir, Eyðvør Klakstein tvær ferðir og Maria K. Thnomsen og Sigrid Jacobsen eina ferð í part.
KÍ er oddalið við 40 stigum, AB hevur 35 stig, B36 20, Víkingur 16, Skála 11 og HB hevur 5 stig. Øll liðini hava spælt 15 dystir uttan KÍ og AB.
Næsta umfar verður 4. september: Skála-KÍ, B36-Víkingur og HB-AB. Útsetti dysturin millum AB og KÍ verður 7. september.










