FaroExpo
Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost á Glyvrum, er lítillátin, tá hann verður spurdur, hvussu mikli heiðurin kennist, ið honum sum vinnulívsmanni og hansara fyritakssemi hevur verið fyri í hesum árinum.
- Eg veit ikki ordiliga, hvat eg skal siga um tað, men sjálvandi fegnist eg saman við øllum okkara starvsfólkum um alt hetta. Hinvegin royna vit ikki at lata kenslurnar taka okkum av ræði og av fótum. Vit halda okkum til tey dagligu tingini, sum gerast skulu.
Regin dylur tó ikki fyri, at hann er fegin vegna øll tey mongu í fyritøkuni, sum so ágrýtin gera arbeiði og skapa úrslitini, sum hann tekur til.
- Vit royna at seta úr í kortið og leggja á røttu kósina, og vit fegnst øll, tá tað gongur væl.
Stjórin vísir á, at alivinnan hevur verið í positivari menning í nøkur ár, og hann heldur, at Bakkafrost-samtakið hevur fingið fullan ”valuta” úr góðu gongdini, sum hann tekur til.
- Heiðurin sum ársins leiðari og seinni sum ársins virki er ivaleyst eitt samanfall av góðu gongdini, sum verið hevur, leggur Regin Jacobsen aftrat.
Upp og niður
Stjórin í Bakkafrost-samtakinum sigur, at í alivinnuni eins og í øðrum vinnum gongur upp og niður.
- Marknaðarprísurin fyri kruvdan laks, sum í summar var út við 40 krónur fyri kilo, nærkast nú 20 krónum fyri kilo. Tað er tó einki óvanligt, at prísirnir eru uppeftir gangandi í fyrra hálvári og lækka aftur í seinna hálvári, sum vit síggja nú. Hyggja vit at gongdini yvir fleiri ár, síggja vit hetta mynstrið.
Regin vísir tó á, at tað altíð er torført at spáa um, nær prísfallið, sum verið hevur, steðgar og vendir.
- Tað eru altíð undantøk, og hetta ger, at tað er trupult at spáa um tað, sum liggur fyri framman.
Færri sveiggj
Bakkafrost á Glyvrum, sum serliga hevur lagt seg eftir at virka portiónir úr laksi, hevur ikki í sama mun sum tey virki, ið selja feskar laksavørur, merkt so stóra prísbroyting - aftur og fram - á síni framleiðslu.
- Tá prísgongdin á feskum er upp og niður, liggja vit líka sum mitt ímillum og merkja ikki eins stór príssveiggj, sum tann parturin av laksavinnuni, ið arbeiðir við feskum, sigur Regin Jacobsen.
Í Bakkafrost-samtakinum, sum bæði hevur smoltaling, laksaaling og virking av laksi starvast umleið 300 fólk.










