Politiið veit ikki enn, hví eldur tíðliga í morgun kom í eitt handilshús í Runavík. Eldurin var í niðastu hædd í húsinum, har handlarnir Fótprýði og Shari eru.
Eldurin varð fráboðaður klokkan 04.03 í morgun, og tað var stórur eldur.
Sløkkiliðið kom beinanvegin, og hálvan tíma seinni var eldurin sløktur.
Eldskaðin er stórur, og roykurin er farin allan vegin upp gjøgnum húsið.
Teknikarar eru á staðnum og royna at finna orsøkina til eldin.
Eingi fólk vóru nakrastaðni í húsinum, tá eldur kom í.