Stórur eftirspurningur eftir Model S

Við næstan 300 hk og 0-100 km/t upp á 6 sekund og eini toppferð uppá næstan 200 km/t verður amerikanski Tesla Model S ein kollvelting innan elbilar. Bilurin koyrir 480 km upp á eina løðing, og battaríini kunnu løðast upp á einans 45 minuttir

Tað sær út til at Tesla Motors í USA yvirhálar teir flestu bilframleiðararnar hvat elbilum viðvíkur.  Tesla Roadster hevur verið á marknaðinum í eina tíð, og komandi ár kemur Tesla Model S, sum er ein sedan við fýra hurðum. Talan er um ein rættiliga stóran bil. Í stødd og vekt er hann sum ein Audi A6, næstan 5 metrar langur og vigar umleið 1.800 kg.


Model S, sum hevur 292 hk el-motor, koyrir frá 0-100 km/t upp á 6 sekund og kann koyra 480 km upp á eina løðing. Battaríini kunnu lynløðast upp á einans 45 minuttir.


Amerikanska verksmiðjan Tesla Motors Inc. varð stovnað í 2003 av verkfrøðingum frá háteknologisku háborgini í USA, Silicon Valley. Høvuðssætið hjá Tesla Motors er í Palo Alto í Kalifornia. Bilverksmiðjurnar Daimler AG og Toyota hava keypt seg inn í Tesla, eins og Tesla samstarvar við Panasonic um gransking og menning av battaríum.


Stórur eftirspurningur er eftir Tesla Model S, sum eftir ætlan kemur á marknaðin í 2012.