Stórur dagur fyri Stoke og City

Manchester City hevur ikki vunnið FA Cup síðani 1969, meðan Stoke ongantíð hevur vunnið kappingina. Klokkan 15:00 verður FA Cup finalan bríkslað í gongd. Fyri Manchester City er tað týdningarmikið at fáa umsett teir nógvu pengarnar til heiðursmerkju. Venjarin hjá teimum, Roberto Mancini, hevur fyrr tosað um at skapa ein vinnara mentalitet í felagnum. Nú hevur hann so møguleikan at geva teimum ein smakk av gull.

 

Mótstøðan er úr Stoke, sum ongantíð hevur vunnið FA Cup. Einasta steypið Stoke hevur vunnið er Liga Cup. Stoke hevur hvat eitt gott kappingarár og liggur nummar átta í Premier League. Teir vunnu í hálvfinaluni heili 5-0 á Bolton.