Levi Mørk, formaður í byggi og byarskiparnarnevndini
hjá Tórshavnar kommunu
Í gjár var reisigildi í samband við útbyggingina av Hoyvíkshøllini, tað gongur sera væl við arbeiðinum, og arbeiðið verður liðugt til hesa ólavsøkuna.
Útbyggingin er 500 fermetrar í trimun hæddum, og J. K. Petersen stendur fyri arbeiðinum.
Nú var eg til reisigildi, og har varð upplýst av forkvinnuni hjá H71, sum er Sunneva Jakobsen, hon segði, at limatalið hjá H71 er fari frá 100 til yvir 300 limir síðani 2006. Hetta er ein rættuliga stór framgongd, og tað er sjávlsagt allari nevndini og øllum teimum sum varða av H71 at takka.
Út frá heimasíðuni hjá H71 vóru tey fyrstu føroyameistaraheitini hjá H71 í hondbólti vunnin í 1983, hóast tað ongantíð var vant í eini ítróttarhøll.
H71 hevur eisini fingið 2 FM-heitir í bestu mansdeildini innan stutta tíð. Hesi góðu úrslit er sjálvsagt eisini at takka alt tað góða arbeiðið, ið nevndin í felagnum ger og sjálvsagt øll tey, sum varða av felagnum gera.
H71 var annars stovnað í 1971, og tá leiktu og vandu tey í fimleikahøllini í skúlanum í Hoyvík og við fleiri øðrum ítróttargreinum.
Við vaksandi fólkatalinum í Hoyvík og trongum hølisumstøðunum, bleiv hondbólturin ítróttagreinin hjá H71.
Hoyvíkshøllin var upprunaliga bygd sum ein venjingarhøll. Tað er tí sera kærkomið hjá H71 og øllum teimum, sum nýta ítróttarhøllina hvønn dag, at umstøðurnar nú vera uppaftur betri við hesari tiltrongdu útbygging. Fyri okkum áskoðarar verður hetta eisni kærkomið.
Sum formaður í byggi- og býarskiparnarnevndini, hevur eisini byggifyritøkan P/F J.P Petersen, stórt rós uppiborið, tí arbeiðið hevur gingið sera væl, hóast veðrið hevur verið vánaligt í vetur, so hevur arbeiðið gingið skjótt fyri seg. Hetta eiga teir rós uppiborið.
Byrjað var útbyggingini í des 2011, og arbeiðið verður liðugt nú til ólavsøku. Samanlagt kostar útbyggingin av Hoyvíkshøllini nakað yvir 6 miliónir krónur.
Hetta er eisni kærkomið hjá øllum teimun mongu fólkunum í Hoyvík og hjá allari Tórshavnr kommunu. Eisini er hetta stigið kærkomið fyri alt tað barna- og ungdómsvirksemi, sum annars er við Hoyvíkshøllina, og tað fer at styrkja trivnaðin. Eisini er at fegnast um, at øll samgongan arbeiddi har fyri hesari byggiætlan, sum skjótt stendur liðugt.
Tað næsta stigið, sum nú vantar innan ítróttin í Hoyvík, er ein nýggur fótbóltsvøllur, sum eisini byggi- og býarskiparnardeildin er við at fáa uppá pláss.
Keldur.www.h71.fo og www.levimork.com