Stórur dagur fyri alt Føroya fólk

Oddagrein

Skulu vit ganga eftir tí kós, sum okkara politikarar hava sett sær við at útbyggja samferðslunetið í landinum, má sigast, at tað eru góðar tíðír í Føroyum, og at mett verður, at hesar fara at halda fram tey komandi árini eisini. Tí hvat land við einans 47.000 íbúgvum er ført fyri eftir fáum árum at byggja ikki færri enn tveir undirsjóvartunlar, ein vanligan tunnil og síðani eisini at gera íløgur í nýtímans Suðuroyarskip og samferðsluhavnir!

Her kunnu vit av sonnum sanna orðafellið um, at tað grør um gangandi fót. Hóast føroyingar eru ymiskir á máli, tá tað ræður um mong samfelagslig og politisk mál, so tykist vera breið semja um at betra um samferðslukervið sum heild. Dagurin í dag er rættiliga søguligur, nú tað verður skotið ígjøgnum undir Vestmannasundi. ?Koyrandi? er í fyrsta undirsjóvartunlinum í Føroyum. Og er hetta í sær sjálvum bæði ein stórhending og eitt bragd. Ikki tí at vit við hesum hava uppfunnið djúpa borðiskin av nýggjum, men tí at ein so fáment tjóð megnar at gjøgnumføra eitt so stórt og krevjandi arbeiði tað verið seg peningaliga og byggiliga. Vit vilja við hesum ynskja øllum teimum, sum hava gjørt hetta møguligt, tillukku og góðan byr.

Hetta er nakað, sum alt Føroya fólk eigur æruna av, og gleðast vit um, at skjøtilin er settur á at gera undirsjóvartunnil millum Lorvík og Klaksvík. Men tá farið verður undir so stórt og krevjandi arbeiði sum tunnil til Klaksvíkar, eigur hetta ikki at verða skundað ígjøgnum bara tí at hetta skal ?brúkast? politiskt. Fyrireikingararbeiðið má vera 100% og tað merkir, at spurningurin er ikki at fáa áfast millum Eysturoynna og Norðoyggjar sum skjótast, men at hetta verður gjørt á rættan og besta hátt. Vit hava alt ov mong dømi um í føroyskari samferðslusøgu, at politisku ynskiniog lyftini hava yvirhálað skil og realismu. Har avgerðir um útbyggingar eru skundaðar ígjøgnum uttan ta neyðugu og nóg gjølligu fyrireikingina.

Vit fegnast um, at okkara samferðslukervi er so væl útbygt. Hetta er ein av høvuðslívæðrunum í okkara oyggjasamfelag og ein av fortreytunum fyri trvinaði og menning kring alt landið. Hetta er eisini í tráð við tann útoyggjapolitikk, sum lunnar eru lagdir undir. Men tá farið verður undir risastórar íløgur mugu vit tryggja okkum, at tær skilabestu loysnirnar verða valdar. Tí skal tað vera vón okkara, at allir møguleikar verða vendir og kannaðir, áðrenn sett verður á undirsjóvartunnilin undir Lorvíksfjørð. Undirsjóvartunnilin, sum nú knýtir Streymoynna og Vágoynna saman er eitt nýtt kapittul í føroyskari søgu. Vónandi fer hann at verða okkum øllum til gagns. Tillukku við úrslitinum higartil.