Dagurin byrjaði við, at næmingar og lærarar søgdu farvæl við gamla skúlan á Argjum, sum hevur tænt teimum væl í 33 ár.
Marjun Holm, skúlastjóri, helt røðu har hon greiddi frá um skúlan, sum tey nú siga farvæl við, og áðrenn allur hópurin fór í skrúðgongu úr gamla skúlanum niðan á Argjahamrin, rungaði sálmurin, »Gakk tú tryggur fram við góðum treysti«.
Síðani sluppu elstu næmingarnir at ganga fremstir niðan í nýggja skúlan, tí tað eru teir, sum Marjun Holm, skúlastjóri eisini segði, ið hava bíða longst eftir nýggja skúlanum.
321 næmingar fara at ganga í nýggja skúlanum á Argjahamri, sum annars er bygdur at rúma 450 næmingum.
Skúlin er bygdur í fimm lonum, sum hvør rúmar teimum yngstu til teir elstu næmingunum.
Borgarstjórin og varaborgarstjórin vóru báðir til staðar, nú nýggi skúlin varð tikin í nýtslu, og tað var formaðurin í havnarnevndini, Jákup Símun Simonsen, eisini.
Nýggi skúlin á Argjahamri er ógvuliga snotiligur, og hevur alt tað, sum ein nútímans skúli skal hava. Eisini er hann prýddur við list, sum Astrid Luhin hevur staðið fyri.
Tað vóru børn frá øðrum til níggjunda flokk, sum vóru møtt i morgun, fyrsti flokkur møtir ikki fyrr enn í morgin.
Fegnast
Skúlin stóð klárur í morgun, men tað var neyðugt at taka vikuskiftið til hjálpar, fyri at seinastu snøklarnir skuldu fáast frá hondini.
Tá Sosialurin var framvið í síðstu viku, sá ikki serliga liðugt út, og tí kundi ivi sáast um, hvørt alt fór at vera klárt til í morgun. Men tað náddu teir so.
Alt var til reiðar í morgun, og bæði børn og næmingar og fólk yvirhøvur fingu boð um at lata seg í bláar plastposar um føturnar, áðrenn tey sluppu inn í skúlan.
Marjun Holm, skúlastjóri, beyð øllum at vera vælkomin í nýggja skúlan, og eftir ein felagssang var frukt til øll.
Skúlastjórin fegnaðist um framúr karmar, bæði til næmingar og lærarar, og gleddi seg saman við øllum hinum at fara til verka í nýggju hølunum.