Stórur dagstovnur í lítlari bygd

BØRN 16. august í fjør varð nýggi dagstovnurin Áarlon tikin í nýtslu. Í stovninum er pláss fyri íalt 98 børnum.

Kvívík: Tað kundi tykjast sum óðamannaverk, tá bygdaráðið í Kvívík á sinni kom fram við ætlanini at byggja - ikki bert ein dagstovn, men ein stóran dagstovn.

At ein bygd við bert 370 íbúgvum skuldi hætta sær undir eina so stóra íløgu, kom helst óvart á mong.

Men tey í bygdaráðnum ynsktu at skapa bestu umstøður fyri barnafamiljur - tær sum longu vóru í kommununi, og tær, sum mundu umhugsa at búseta seg her.

Í dag kann bert staðfestast, at dagstovnurin kom í tøkum tíma. Eftir at barnaansingin hevði hildið til í leigaðum hølum, upprann í fjør dagurin, tá tann nýggi dagstovunurin varð tikin í nýtslu.


Útstykking

Grundarlagið undir dagstovninum hevur víst seg at vera til staðar. Í kommununi, sum fevnir um bygdirnar Kvívík, Stykkið, Leyvan, Skæling og Válur, búgva í dag sløk 600 fólk.

Og fert tú innar í Áarlon so er hann rættiliga fullsettur av børnum. Í løtuni eru tey 70 í tali, og so seint sum í farnu viku fór eitt nýtt barn á fyrsta sinni í dagstovnin.

Sum er standa tvær stovur tómar, men sum saktans kunnu takast í brúk. Annars verða hinar stovurnar nýttar til vøggustovu og barnagarð, og sum frítíðartilboð til børnini tey fyrstu skúlaárini.

- Vit vænta, at við verandi útstykking í Leynum og vónandi eini komandi í Kvívík, kunnu enn fleiri børn koma til dagstovnin, sigur borgarstjórin Dánjal Petur Müller, borgarstjóri.

At hava góð viðurskifti innan barnaansing og skúla er eitt tað fyrsta sum fólk spyr eftir, og ein fyritreyt fyri at fólk yvirhøvur vilja flyta til eina bygd.

- Hetta hevur tí havt, og hevur framvegis 1. prioritet hjá okkum, vísir borgarstjórin á. 





Barnagarð 2


ÚTGERÐ

Nýggi dagstovnurin er væl útgjørdur við øllum tí sum krevst til at børnini skulu hugna sær og trívast



Barnagarð 4


PERLUR

Børnini eru perlur hjá foreldrum sínum, og her í Áarlon sleppa tey eisini at perla



barnagarð 6


MATUR

“Uden mad og drikke”, ja, so duga børnini heldur ikki. Eftir ein hugnaligan matarsteðg eru børnini aftur til reiðar at luttaka í øllum tí, sum dagstovnurin hevur at bjóða



barnagarð - Leiðarin - uttanfyri!!!



FRAMTÍÐIN

Siborg Arge er leiðari í dagstovninum Áarlon, og sum varð tikin í nýtslu í august mánaði, tá henda myndin varð tikin. - Hetta er ein góður stovnur, sigur hon