Á nátturðatíð í kvøld varð boðað frá eldi í einum húsum við Hoydalsvegin í Havn. Sløkkiliðið varð skjótt á staðnum og fekk bast eldinum, áðrenn hann brann ígjøgnum.
Av brandstøðini verður upplýst, at hóast eldurin ikki brann ígjøgnum er týðiligt, at tað hevur verið nógvur hiti inni, so tað mesta er oyðilagt av eldi og royki í hvussu so er í miðhæddini.
Ongin búði í húsunum beint nú.
Tað er óvist, hví eldurin kyknaði, men tað fer løgreglan at kanna nú.