Stórur Bachfagnaður í Vági

Tann 25. og 26. juli verður stórt tónleikatiltak í Vágs Kirkju og tað eru tónar eftir Bach, ið fara at ljóma. Danskir og føroyskir tónleikarar leika. Søren Johannsen skal leiða orkestur og solistar. Stuttligt er at merkja sær, at hesin maðurin stendur í metbók Guinness fyri at hava spælt allar urgukompositiónirnar hjá Bach út í eitt

Hósdagin og fríggjadagin verður stórt tónleikatiltak í Vágs kirkju. Tað er tónaskaldið Bach, ið stendur ovast á breddanum hesar dagarnar, har bæði danskir og føroyskir tónleikarar fara at leika og syngja.
Tað er Claus Telling, ið eigur hugskotið til Bachfagnaðin. Marianna og Claus Telling hava tikið stig til tiltakið. Tey starvast og búðleikast í Vági, hon sum prestur, hann sum urguleikari og tónleikalærari.

Nógv á skránni
Til Bachfagnaðin fara at leika fleiri tónleikarar. Københavns Festival Kammerorkester og limir úr Føroya Symfoniorkestri leika undir leiðslu av Søren Johannsen. Solistar eru Frits Overgaard Jacobsen, violin, Karin Brattaberg, sopran, Sigmundur Olsen, bass, Søren Johannsen, urga og Claus Telling, klaver.
Claus Telling og søren Johannsen hava samstarvað nógv í Keypmannahavn. Søren er eisini vanur at loysa av í Havnar Kirkju sum urguleikari og tað ger hann eisini nú. Claus Telling helt tí vera gott høvi nú at skipa fyri tiltakinum og sostatt eisini halda samstarvið viðlíka.
Um Søren Johannsen kann ein stuttlig søga festast við. Hann er nevniliga í metbók Guinness fyri at hava leikt allar urgukompositiónirnar hjá Bach út í eitt.
Hann hevur eisini havt urgukonsertir í Føroyum áður.
Claus Telling fegnast um, at tað er eydnast at fáa bæði danskar og føroyskar tónleikarar við og eisini lokalar kreftir, ið royna seg sum solistar. Ætlandi skuldi Ljómur taka lut við kórsangi, men kórið er í løtuni á Danmarkarferð.
Ókeypis er ikki at skipa fyri slíkum og tónleikararnir lata sjálvur sín part, men fáa so eisini eina uppliving. Og gestirnir fáa ferðina og nakrar dagar í Føroyum. Tað eru annars Suðuroyar Sparikassi og Vágs Kommuna, ið hava stuðlað tiltakinum peningaliga.
Eydnast tiltakið væl, so verður kanska talan um líknandi tónleikatiltak framyvir, so hetta gerst afturvendandi tiltak, ið tó kann broytast innihaldsliga.
Longu nú er greitt, at fleiri tiltøk verða í heyst. Ljómur skal syngja kantatu eftir Bach og okkurt annað verður væntandi eisini.