Stóru skúlarnir betala prísin

FÓLKASKÚLIN Tað eru teir stóru skúlarnir, sum betala prísin fyri ábyrgdarleysu framferðina hjá politikarunum, sigur Magnus Tausen, formaður í Lærarafelagnum

- Sum støðan er nú, kunnu vit ikki varðveita ein fólkaskúla á nóg høgum støði.
Tað staðfestir Magnus Tausen, formaður í Lærarafelagnum.
Sum vit skrivaðu í Sosialinum í gjár, verða fleiri av teimum smáu bygdaskúlunum niðurlagdir í summar, antin tí at ongi børn eru ella tí at foreldur heldur vilja hava børnini at ganga í størri skúlar.
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum hevur roynt at nýskipa fólkaskúlan við at leggja smáar skúlar niður og leggja skúlar saman í størri eindir fyri at gagnýta játtanina betri.
Hennara endamál var, at peningurin, sum verður spardur, skal verða verandi í skúlaskipanini og sostatt koma skúlaverkinum til góðar.
Men hesum tekur stórur partur av samgonguni ikki undir við og úrslitið er, at longu í ár verða eini 50 lærarastørv spard burtur.
Eisini tað, at smáskúlar verða niðurlagdir í summar, verður brúkt sum eitt sparitiltak.
- Tað vera teir stóru skúlarnir, sum koma at betala prísin fyri hetta, tí hjá teimum smáu skúlunum er onki at taka av, staðfestir Magnus Tausen.

Pengar á borðið
Hann harmast um, at samgongan skeyt ætlanina hjá landsstýriskvinnuni um eina nýskipan, í senk.
Hann torir illa at hugsa sær, hvussu støðan verður næsta ár.
- Siga vit, at ávís lønarhækking verður í heyst og at kostnaðarstøðið annars hækkar eitt sindur við starvsaldrum, eftirlønum o.s.fr., verður gloppið ímillum tørvin og játtaðu upphæddina upp aftur størri enn tað er í dag
Hann leggur dent á, at skulu vit halda fast við tann skúlabygnað, vit hava, skulu pengar á borðið.
Tað er prísurin fyri at varðveita bygdaskúlarnar og hesi almennu arbeiðsplássini kring landið.
- Tað, sum politikarar nú skulu gera upp við seg sjálvar, er, um teir vilja betala fyri skúlabygnaðin, vit hava, hóast tað er rættiliga dýrt.
- Vilja teir ikki tað, verða teir noyddir at broyta bygnaðin og skera nakrar av teimum smáu skúlarnar burtur fyri at fáa meiri fyri pengarnar.
- Tað er ongin millumvegur, leggur hann afturat.
Formaðurin í Lærarafelagnum sigur, at støðan, sum skúlin kemur í longu í summar, er ein vanlukka og heldur hetta fram á, fer skúlin ordiliga í knús.
- Hetta er ikki ein spurningur um fakfelagspolitikk ella um skúlabygnað. Hetta er ein spurningur um at vit, sum framkomið samfelag, vilja hava ein skúlaskap á nóg høgum støði, sigur Magnus Tausen.